Innanlands

Allir dagstovnar í høvuðsstaðnum brúka Kemilux næstu trý árini

Tórshavnar Kommuna hevur gjørt trý ára avtalu við Kemilux um sápu og reingerðarpappír til allar dagstovnar

2018-07-06 20:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tórshavnar Kommuna hevur gjørt trý ára avtalu við Kemilux um sápu og reingerðarpappír til allar dagstovnar í Tórshavnar kommunu.

Í vár varð økið fyri sápu og reingerðarpappír fyri økið Børn og Ung í Tórshavnar kommunu boðið út. Av innkomnum tilboðum hevði Kemilux besta samlaða tilboðið, og ein samd fíggjarnevnd hevur valt at taka av tilboðnum frá Kemilux.

Avtalan, sum kemur í gildi frá 5. juli 2018, er gjørd sum rammuavtala og merkir, at somu prísir og avsláttrar eru galdandi, og at allir dagstovnar undir Børn og Ung í Tórshavnar Kommunu eru við í avtaluni, so leingi sáttmálin er í gildi, sigur kommunan á heimasíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder