
Valið í Fuglafjarðar kommunu gjørdist sera spennandi. Tríggir listar stillaðu upp, og listarnir fingu trý umboð í part.
Listi F fekk flestar atkvøður, 372 og toppskorari gjørdist Dávur Juul, útisiglari, við 78 atkvøðum. Hinir valdu á listanum eru David Andreasen við 67 og Eivin S. Breiðaskarð, sum varð afturvaldur, við 49 atkvøðum.
Listi B fekk 363 atkvøður. Eyðun á Lakjuni fekk 71 atkvøður, Magni H. Jøkladal 56 og Edva Jacobsen 49 atkvøður.
Listi Á – listin hjá borgarstjóranum – fekk 324 atkvøður og gjørdist sostatt tann minsti listin.
Sonni á Horni, borgarstjóri, fekk 69 atkvøður, Ólavur Larsen 52 og Gudny Vang 50 atkvøður.
Sonni á Horni, sitandi borgarstjóri. Ikki er vist, at hann kann halda fram
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald