Springararnir, ið vóru merktir á Fuglafirði fyri góðari viku síðani, hava mestu tíðina hildið til í Hetlandsrennuni.
Tann eini merkti springarin, ið á byrja við fyrst fór norð um Føroyar, hevur hesa vikuna ferðast suður í Hetlandsrennuna, í júst sama økið, har hinir merktu springararnir hava hildið til. Hóast tað stundum bert vóru 20 fjórðingar ímillum hendan og hinar springararnar, so fóru teir ikki saman aftur. Áhugavert at hesin springarin, eftir einari viku og eini frástøðu á 150 fjórðingar, ferðast aftur til sama økið, har hinir merktu springararnir vóru staddir.
Ein merktur springari hevur ferðast vestureftir. Fyrstu dagarnar ferðaðist hann í ein útsynning, suður móti Rosemary bankanum, á 59 breiddarstigum, har hann helt til í nakrar dagar. Hann er síðani farin enn longur vestur.
Samband er ikki longur við tveir av sendarunum, so nú eru fýra eftir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald