
Allir næmingar og lærarar í Føroyum hava nú sama trygga og vælvirkandi KT-net í skúlanum - frá minsta skúlanum á Húsum til størsta skúlan á Fløtum í Havn
Hetta er úrslitið av tøttum samstarvi millum Undirvísingarstýrið, kommunurnar, Gjaldstovuna og skúlarnar kring landið.
Øll KT-útgerð og net eru savnað í eina felags loysn, sum lýkur neyðug trygdarkrøv og skapar eitt javnt støði fyri allar skúlar – stórar sum smáar. Sostatt fáa lærarar felags og álítandi KT-amboð at arbeiða við og næmingar kunnu ferðast í einum tryggum KT-umhvørvi, tá teir eru í skúla.
Við Skúlaneti verður KT ikki longur rikið hvør sær á einstøkum skúla, men miðsavnað. Tað ger tað bæði einfaldari og tryggari, og styrkir samstundis fólkaskúlan, sum við hesum tekur enn eitt stig inn í talgildu framtíðina.
- Við Skúlaneti hava allir skúlar ein skynsaman KT-rakstur, har trygdin er í hásæti. Hetta gevur lærarum og leiðslum størri frælsi at brúka sína orku til undirvísing og menning, heldur enn umsiting og KT-uppgávur. Skúlanet ger fólkaskúlan meira samanhangandi, tryggan og framskygdan, sigur Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum.
Fakta um Skúlanet
• Skúlanet er partur av Heildarætlanini fyri KT í undirvísingarverkinum frá 2020.
• Veitingarnar fevna um trygt undirstøðukervi, brúkaraumsiting, KT-loysnir, KT-trygd, skjalhald og stuðul.
• Skúlanet loysir truplu KT-uppgávurnar fyri skúlarnar, so lærarar kunnu hugsavna seg um frálæru og undirvísing.
• Skúlanet er tilsvarandi Landsnet, sum hevur verið miðsavnað KT-kervi hjá landinum seinastu 20 árini.
• Samstarvið um Skúlanet er millum Undirvísingarstýrið, kommunurnar og Gjaldstovuna, og veitingar verða veittar saman við føroyskum undirveitarum.
• 7130 næmingar, 1094 lærarar og starvfólk 40 skúlar og 24 kommunur eru partur av Skúlaneti.
• Skúlin á Fløtum er størsti skúli við 784 næmingum og lærarum. Skúlin á Húsum er minsti skúli við 2 næmingum og lærara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald