
Í juni keypti Christian í Grótinum bygningin á Stangavegnum, heilt har norðuri í Klaksvík, har Nema leingi hevur húsast.
Tað var ógreitt, hvat reiðaríðið fór at brúka bygningin til, men í dag ber Kringvarpið tíðindini um, at hann nú verður settur í stand, so at Almannaverkið kann nýta bygningin til fólk við seinheilaskaða.
Pláss verður fyri 15 fólkum - Almannaverkið fer at leiga bygningin frá, skrivar kvf.fo, ið leggur afturat, at bygningurin eftir ætlan skal verða liðugur at flyta í seinast í 2022 ella fyrst í 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald