placeholder
Innanlands

Almannaverkið letur upp aftur mánadagin

Ongin borgari og einki starvsfólk undir Almannaverkinum longur smittað

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-08-28 12:38 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Almannaverkið hevur nú tikið avgerð um, at avmarkingarnar í tænastum og tilboðum, sum vórðu sett í gildi 14. august, verða tikin af aftur.

Í tíðindaskrivi skrivar Almannaverkið, at onki starvsfólk og ongin borgari í verkinum longur er smittaður við koronavirus, og sum er, eru einans fimm starvsfólk í sóttarhaldi.

Tí ber til – við ávísum varni – at lata tilboðini fult uppaftur.

Øll vardu verkstøðini, frítíðartilboð, klubbtilboð og umlættingartilboð lata tískil upp sum vanligt mánadagin 31. august. Tað sama er galdandi fyri endurvenjing og hjálpartólatænastuna.

Avgerðin at lata uppaftur er tikin í samráð við koronaráðgevingina.

Ongi stór felags tiltøk og dentur á reinføri
Tað hevur týdning fyri Almannaverkið og teir borgarar, sum hava tilboð og tænastur fyri neyðini, at sosial samvera og tænastur ikki verða avmarkað meira enn hægst neyðugt.

Serlig atlit verða framvegis tikin fyri at tryggja, at borgarar í vandabólki verða vardir móti smittu, umframt at almennu tilmælini um reinføri verða hildin. Samveran í tilboðum er skipað fyri at avmarka smittuvandan, men Almannaverkið fær ikki tryggjað, at tilmælið um frástøðu uppá ein metur verður hildið í øllum støðum, uttan at tilboðini verða skorin óskynsamt. Stór tiltøk har nógvir borgarar og avvarðandi hittast verða framvegis ikki hildin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder