2020-11-25 15:07

Leygardagin 28. november verður skipað fyri almennari fráfaringarløtu á Tilbúgvingarstøðini í Leirvík.
Hetta verður í sambandi við, at Sakaris Jacobsen og Michael Jacobsen, ið báðir hava tænt sum sløkkiliðsmenn í kommununi síðan miðskeiðis í 1980unum, gevast 1. januar.
Fráfaringarhaldið verður frá klokkan 14 til 16.
Sakaris Jacobsen (Mynd: Eysturkommuna)
Michael Jacobsen (Mynd: Eysturkommuna)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald