Innanlands

Almenn framløga av nýggjum teldutøkum undirvísingartilfari til fólkaskúlan í morgin

Á tiltakinum hjá Ocean Cluster Faroes hesu ferð verður teldutøka undirvísingartilfari um burðardygga fiski- og alivinnu, ið Nám, Tøkni og Sjókovin hava gjørt til fólkaskúlan, lagt fram

2021-09-05 16:15 Author image
Innsent
placeholder

Mánadagin 6. september kl. 14 verður nýtt talgilt undirvísingartilfar um burðardygga fiski- og alivinnu lagt fram á Bátasavninum í Leirvík. Tað er Nám, ið hevur ritstjórnað og givið tilfarið út.

Tilfarið er ætlað 6. flokki í lærugreinunum náttura og tøkni og heimkunnleiki, men tilfarið kann væl brúkast í øðrum aldursbólkum og lærugreinum.

Fiski- og alivinnan eru størstu vinnur í Føroyum, og hesar eru sera týðandi fyri føroyska búskapin og fyri framburð í Føroyum. Sagt hevur ofta verið, at serføroyskt tilfar um hesi evni hevur vantað, og tískil er tað hugaligt, at tilfarið er tøkt til hetta skúlaárið.

Á tiltakinum verður tilfarið lagt fram, umframt at greitt verður frá tilgongdini og samstarvinum millum partarnar.

Fyrst kemur Rannvá Hansen frá Námi at greiða frá tilgongdini til verkætlanina, og hvussu Nám samstarvar við uttanhýsis partar. Síðani fer Ólavur Ellefsen frá Tøkni at hava framløgu um nýtslu av tøkni í undirvísingarhøpi, áðrenn Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum, fer at greiða nærri frá tilfarinum. At enda verður stuttfilmurin ‘’Pápi mín er fiskimaður’’ vístur. Stuttfilmurin er framleiddur av Marine Stewardship Council, men er føroyskaður í sambandi við hesa verkætlanina.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder