Innanlands

Almenn móttøka fyri fráfarandi leiðaranum

Í sambandi við, at Jütta Olsen fer frá sum leiðari á Blákrossheiminum verður almenn móttøka fríggjadagin 23. juni

2023-06-17 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við, at Jütta Olsen fer frá sum leiðari á Blákrossheiminum verður almenn móttøka fyri Jüttu fríggjadagin 23. juni.

Røður verða at hoyra frá Hjalmari Hansen, formanni í nevndini fyri Blákrossheimið, Edvu Jacobsen, aðalskrivara í Bláa krossi Føroya, Alisu Hammer, leiðara fyri fyribyrgingardeildini hjá Bláa krossi, Sverra Steinhólm, formanni í landsnevndini fyri Bláa kross, og Leivi á Lakjuni, komandi leiðara á Blákrossheiminum, skrivar Blákrossheimið í tíðindaskrivi.

Allan Tausen og Edith Dahl Jakobsen fara at framføra tónleik, høvi verður at bera fram eina heilsan til Jüttu J. Olsen, og umframt hetta verður ábit.

Móttøkan verður frá klokkan 15 til 18 á Blákrossheiminum á Nesi.

Les eisini: Leiðaraskifti á Blákrossheiminum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder