Innanlands

Almenn móttøka í Óðinsbrú

Móttøka verður 24. november í sambandi við, at nýggi skrivstovubygningurin hjá Tryggingarfelagnum LÍV verður tikin í brúk

2025-11-19 12:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í sambandi við, at nýggi skrivstovubygningurin Óðinsbrú er tikin í brúk, verður almenn móttøka í nýggju hølunum.

Móttøkan verður mánadagin 24. november 2025 kl. 15-17 í stásiligu hølunum á Óðinshædd 11, har ið høvi verður at vitja øll, sum hava leigað seg inn í bygningin.

Nýggi bygningurin er í trimum hæddum: Á niðastu hædd húsast Norðoya Sparikassi og ein kontórfelagsskapur, har ið m.a. AKF og Howden Tryggingarmekling leiga. Á miðhæddini eru Arbeiðs- og brunaeftirlitið og Heilsustýrið. Á ovastu hædd hevur Tryggingarfelagið LÍV sítt høvuðssæti.

Møguligar heilsanir kunnu sendast til Beran á kontu í Norðoya Sparikassa 9865-328-745-3.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder