placeholder
Innanlands

Almenna byggisamtyktin fyri Tórshavnar kommunu endurskoða

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 25. juni 2020 uppskot um endurskoðaða Almenna byggisamtykt fyri Tórshavnar kommunu

(Mynd: Tórshavnar Kommuna)

(Mynd: Tórshavnar Kommuna)

2020-07-13 16:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 25. juni 2020 uppskot um endurskoðaða Almenna byggisamtykt fyri Tórshavnar kommunu.

Almenna byggisamtyktin fyri Tórshavnar kommunu varð á fyrsta sinni gjørd í 1972 sambært løgtingslóg nr. 13 um byggisamtyktir og býarskipan frá 21. mai 1954. Almenna byggisamtyktin er ein ætlan við ásetingum fyri, hvussu lendi í kommununi skal nýtast, skipast og byggjast. Almenna byggisamtyktin er bygd upp við einum byggisamtyktarteksti, sum lýsir hvørjar treytir eru fyri nýtslu, bygging v.m. á hvørjum øki, umframt einum korti, sum vísir, hvussu lendið skal skipast í eitt nú vinnuøki, bústaðarøki og miðstaðarøki.

Almenna byggisamtyktin varð endurskoðað í 1996 og seinast í 2009, og síðani eru fleiri broytingar gjørdar í henni - tó uttan, at hon er endurskoðað í síni heild. Tískil var tørvur á at rudda upp og gera byggisamtyktina einfaldari. Byggisamtyktin er nú lættari at skilja og brúka hjá bæði borgarum og hjá umsiting.

Harumframt var tørvur á at endurskoða almennu byggisamtyktina eftir, at Bygningskunngerðin 2017 varð sett í gildi fyri landið alt. Fyri at gera Almennu byggisamtyktina greiðari og lættari at brúka, eru flest øll viðurskifti, sum eru umrødd í Bygningskunngerðini, tikin úr. Hetta hevur við sær, at Almenna byggisamtyktin er stytt niður í uml. helvt, og tað eru fyri tað mesta tær byggifyriskipandi ásetingar, so sum mest loyvda hædd, vídd o.s.fr., ið standa eftir.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um endurskoðaðu Almennu byggisamtyktina, liggur frammi á torshavn.fo/byggisamtyktir og í Snarskivuni frá 26. juni 2020 til 21. august 2020.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til [email protected] í seinasta lagi 21. august 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder