Í Runavík eru tey nú klár við valevnunum á almenna borgaralistanum fyri Runavík og nærmastu bygdirnar til kommunuvalið í november.
Yvir 200 fólk vóru møtt upp til uppstillingarfundin í Bylgjuni í gjárkvøldið.
Tey, ið stilla upp eru hesi:
Elin Klein Joensen, smoltrøktari, Oyndarfjørður
Heri Sigurd Lamhauge, kundaráðgevi, Saltangará
Hilmar Sam Lamhauge, retail leiðari, Glyvrar
Jastrid Weihe, námsfrøðingur, Runavík
John Andersen, sølumaður, Saltangará
Kaja Joensen, kundaráðgevi, Saltangará
Kristian Gaardbo, goymslumaður, Runavík x
Lasse Klein, roknskaparhaldari, Saltangará
Rúni Jacobsen, skipari, Saltangará
Sonni Lamhauge Petersen, Betri trygging, Rituvík
Sæunn Ólavsdóttir Hansen, læknafulltrúi, Saltangará
Terje Beinar Vestergaard, lærari, Saltangará x
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, Glyvrar x
Tóri Højgaard, løgfrøðingur, Rituvík
Vinjard Johansen, sølustjóri, Saltangará
Borgaralistin fær vanliga nógv vald í býráðið í Runavík, har tað ikki er siður at hava politiska uppstilling.
Á seinasta vali fekk listin 8 av 11 býráðslimum vald. Av teimum, ið vórðu vald seinast, stilla borgarstjórin, Torbjørn Jacobsen, Terje B. Vestergaard og Kristian Gaardbo uppaftur. Sæunn Ó. Hansen, sum hevur sitið í býráðnum seinastu tíðina, stillar eisini uppaftur.
Helgi L Petersen, Etly N. Højgaard, Kári E. Jacobsen, Johan Vest og Selinda í Heiðunum stilla ikki uppaftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald