Innanlands

Almennu arbeiðsgevararnir taptu fyri arbeiðarafeløgunum

Arbeiðarafeløgini, sum vórðu kærd fyri Fasta Gerðarrættin, fegnast um, at tað er staðfest, at tey høvdu rætt til at fara í verkfall

Tilvildarlig mynd frá verkfallinum fjør (Savnsmynd: Havnar Arbeiðarafelag)

Tilvildarlig mynd frá verkfallinum fjør (Savnsmynd: Havnar Arbeiðarafelag)

2025-10-10 12:13 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Stutt fyri jól í fjør kærdu fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, arbeiðarafeløgini fyri fasta gerðarrættin fyri óheimilað at hava lýst verkfall á almenna og kommunuala arbeiðsmarknaðinum í mei mánaði 2024, tá ið arbeiðarafeløgini vóru í verkfalli.

Arbeiðarafeløgini hildu fast við sín rætt um at fara í verkfall, og sannførdu gerðararættardómararnar um at avvísa uppáhaldinum hjá landi og kommunum.

- Fyri okkum er hetta ein stórsigur, sjálvandi er tað tað, siga forfólkini í arbeiðarafeløgunum.

Feløgini fegnast um, at hesin viðurkendi rætturin eisini er staðfestur av fasta gerðarrættinum, men undrast á, at tey yvirhøvur vóru drigin í fasta gerðarrættin, tá tað er ein so drúgv siðvenja á økinum.

Ingeborg Vinther vísti m.a. í síni vitnisfrágreiðing á siðvenju, og at hetta er viðurkent, tí tá arbeiðsgevarar hava lýst verkbann, so hevur hetta eisini fevnt um starvsfólk hjá landi og kommunum.

Fyrrverandi borgarstjórin fyri Føroya størstu kommunu vitnaði eisini í gerðarrættinum um henda viðurkenda rættin hjá feløgunum at fara í verkfall. Heðin Mortensen segði m.a. í síni vitnisfrágreiðing, at feløgini høvdu, sambært siðvenju, rætt at fara í verkfall. Tí vildi Tórshavnar kommuna ikki fara í gerðararættin, tá ið verkfallið var lýst í mei 2024.

- Vit eru ógvuliga fegin um dómin, og at vit fáa okkara rætt staðfestan enn einaferð, siga forfólkini í arbeiðarafeløgunum.

Tey fýra arbeiðarafeløgini, sum vóru kærd fyri óheimilað verkfall, vóru Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder