Innanlands

Almennur fundur um undirsjóvartunnil í Kalsoynna verður í kvøld

Hesin verður á á Skúlatrøð í Klaksvík klokkan 19, har nógv ymisk umboð koma til orðanna. Har er ein tunnilsbólkur, sum hevur ætlanir um tunnil millum Klaksvík og Kalsoynna

Tunnilsbólkurin hevur í eina tíð hugt uppá møguleikarnir fyri undirsjóvartunnli til Kalsoynna, saman við øðrum

Tunnilsbólkurin hevur í eina tíð hugt uppá møguleikarnir fyri undirsjóvartunnli til Kalsoynna, saman við øðrum

2026-05-20 07:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Verandi loysn er ikki nóg góð - hon er ikki haldbar. Ein tunnil hevði loyst langtíðaravbjóðingarnar.

Hesar vóru nakrar av grundgevingunum hjá Bjørn Kalsø, tá hann 20 februar vitjaði FM1. Har kjakaðust og prátaðu hann og Ruth Vang, táverandi landsstýriskvinna í fíggjar- og samferðslumálum, um Kalsoyarfarleiðina.

Hoyr alla sendingina her

Bjørn Kalsø hevur leingi búð í Klaksvík men ferðast nógv ímillum. Fyrrverandi politikkarin er ein av fýra í tunnilsbólkinum.

Eyðun Eliasen (Trøllanes), Markus í Norðnástovu (Mikladalur), Sólarn Isaksen, (Húsar) og Bjørn Kalsø (Syðradalur)

Hesin tunnilsbólkurin hevur í eina tíð hugt uppá møguleikarnir fyri undirsjóvartunnli til Kalsoynna, saman við øðrum. Bjørn Kalsø staðfesti fyri trimum mánaðum síðani, at ætlanin var at hava almennan fund. Og nú verður tað:

Í kvøld, mikudagin 20. mai klokkan 19.00 verður almennur fundur á um undirsjóvartunnil í Kalsoynna.

Har tosa umboð fyri tunnilsbólkin, Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík kommunu,  Fríðrik Heinesen, sum er verkfrøðingur hjá Landsverk, Mourits Joensen og Kristian Stórhamar, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í tunnilsmálum og fastbúgvandi, sum ferðast í millum: Símun í Norðnástovu og Dávur Syderbø

Fundurin verður á Skúlatrøð í Klaksvík.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder