Innanlands

Almennur fyrilestur um sorg verður í Auluni í Finsen í Havn

Kendi danski fyrilestrarhaldarin, journalisturin og P1 verturin, Esben Kjær , fer at hava Almennur fyrilestur um sorg mánadagin 6. mai

2019-04-10 20:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Almennur fyrilestur um sorg verður mánadagin 6. mai í Auluni í Finsen í Havn

Kendi danski fyrilestrarhaldarin, journalisturin og P1 verturin, Esben Kjær, fer at halda fyrilesturin “Sorgen er en kraft”.

Esben misti sonin hjá sær av krabbameini fyri sjey árum síðan. Hann hevur arbeitt nógv við evninum sorg. Hann hevur gjørt sjónvarpssendingar, givið út bók, hildið fyrilestrar, luttikið í almenna kjakinum um sorg og um sorg skal staðfestast sum ein sálarsjúka.

Fyrilesturin verður í Auluni í Finsen í Havn, og av tí at har er avmarkað pláss, mást tú boða frá, ætlar tú tær til fyrilesturin.

Stuðlað fyrilestrinum hevur Team Rynkeby Føroyar grunnurin hjá Krabbameinsfelagnum.

“Sorgin er ein megi” sigur Esben Kjær. 

Tað áhugaverda við sorg er ikki, at hon nívir so fast. Tað áhugaverda er, hvussu sorgin broytir hvussu vit hugsa og hvat vit halda um lívið – hvussu vit eru sum menniskju, tað vit hava eftir at liva.

Hetta sigur kendi danski fyrilestrarhaldarin, journalistur og vertur á P1, Esben Kjær, eftir at hann misti Sebastian, sjey ára gamla son sín av krabbameini. Hann hevur skrivað bókina ”Min usynlige søn – kunsten at leve med sine døde resten af livet”, sum kom út í 2016. Tað er fyri ein part ein persónlig bók, ið eisini byggir á kanningar. Bókin átalar eisini kritiskt okkara snævurskygdu hugsan um deyðan.

Esben letur sær ikki lynda at síggja sorg sum ein terapeutiskan trupulleika, ið skal loysast, men lýsir sorgina sum eina megi, ið broytir allar partar av lívinum hjá okkum menniskjum, og sum vit skulu tilevna. Hetta skulu vit gera saman við teimum deyðu. Tey eru ikki burtur, tey halda fram at liva í okkum - sum ein skapandi megi. Vit hava við øðrum orðum eitt livandi samband við tey deyðu alt lívið.

Tað var 10 ára gamli David Cozmo, stóribeiggi Sebastian, sum tá ið hann teknaði lítlu bókina ”Hvordan man har en usynlig bror”, skapti karmarnar um, hvussu familjan nú hugsar um Sebastian – og, sum gav íblástur til tankarnar handan bókina ”Min usynlige søn”. 

- Foreldrabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum, Hjartabarnið, Cystisk Fibrosu felagið og Berin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder