Í sambandi við, at 100 ár eru liðin, síðan Føroya fyrsta vatnorkuverk varð tikið í nýtslu, verður í dag skipað fyri tiltaki í Botni, har m.a. savnið verður opið fyri almenninginum, umframt at bókaframløga er á skránni.
Gamla turbinuhøllin í Botni, sum hevur 100 ár á baki, er nú karmur um forvitnisligt savn, sum verður opið fyri almenninginum fyri fyrstu ferð í dag klokkan 14.00 – 17.00, skrivar SEV í tíðindaskrivi.
Klokkan 15 flyta m.a. borgarstjórin í Vági og umboð fyri SEV fram røðu, kórið Ljómur syngur, og bókin "Elektrisitet í 100 ár", sum Poul Andreasen hevur skrivað, verður løgd fram.
Skipað verður eisini fyri gongutúri við ferðaleiðarum "100 ár aftur í tíð" frá vindmyllulundini í Porkeri oman í Botn. Farið verður til gongu klokkan 12.30.
Gomul mynd av verkinum í Botni (Mynd: SEV)
(Mynd: SEV)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald