Innanlands

Alment hátíðarhald á Sandi

Í sambandi við, at síðsta skotið verður latið av í Sandoyartunlinum hósdagin, verður alment hátíðarhald í Ítróttarhøllini á Sandi

Traðardalur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Traðardalur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-02-01 17:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað verður í ovurmorgin, hósdagin 3. februar klokkan 13, at síðsta skotið verður latið av í Sandoyartunlinum, og í hesum sambandi bjóðar P/F Eystur- og Sandoyartunlar til alment hátíðarhald í ítróttarhøllini á Sandi.

Eftir ætlan verður tað Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við samferðslumálum og 94 ára gamla Harriet Krog Jensen av Sandi, sum skjóta síðsta skotið.

Á hátíðarhaldinum verða fleiri røður á skránni, umframt at bjóðað verður til kaffi og køku.

Røðarar á degnum verða Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Eystur og Sandoyartunlum; Bergur Poulsen, nevndarformaður; Jørgen Niclasen, landsstýrismaður; Gerhard Lognberg, borgarstjóri; Brandur Sandoy, fyrrverandi borgarstjóri og løgtingsmaður;
Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, og Heri Sverrason, borgarstjóri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder