Uttanlands

Avstralia: Álopsmenninir vóru faðir og sonur

16 fólk lótu lív í álopinum á Bondi-strondini sunnumorgunin

Løgreglufólk arbeiða á staðnum (Mynd: EPA)

Løgreglufólk arbeiða á staðnum (Mynd: EPA)

2025-12-15 09:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað vóru ein 50 ára gamal maður og 24 ára gamli sonur hansara, sum sunnumorgunin lótu skot av á Bondi-strondini nærindis avstralska stórbýin Sydney, upplýsti avstralska løgreglan á tíðindafundi sunnukvøldið.

Fyribils er váttað, at 16 fólk lótu lív í skotálopinum, m.a. 50 ára gamli álopsmaðurin. Sonur hansara er innlagdur á sjúkrahúsi, og støða hansara er hættislig.

Talan var um eitt málrættað álop á jødar, sum hátíðarhildu fyrsta dag av hanukkah, og løgreglan sigur, at talan var um yvirgang.

Í dag verður flaggað á hálvari stong í Avstralia, skrivar Ritzau.

Anthony Albanese, forsætisráðharri í Avstralia sigur, at talan var um reinan óndskap, og fer hann ikki at lata tjóðina fara í tvíningar orsakað av hesum álopinum.

Chris Minns, fyrstiráðharrin í statinum New South Wales, har álopið fór fram, undirstrikaði á tíðindafundi í gjár, at rasisma og antisemitisma ikki verður góðtikin í statinum ella í restini av landinum.

50 ára gamli álopsmaðurin hevði havt vápnaloyvi í tíggju ár og átti seks skrásett skotvápn, og Minns sigur, at hann fer at endurskoða vápnalógina í New South Wales.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder