Nú er minni enn ein mánaður eftir, til serliga koronaskipanin, sum ALS umsitur, fer úr gildi, og talið á lønarískoytismóttakarum er framvegis minkandi.
Seinastu vikuna er talið minkað við 28. Í løtuni eru 289 kvinnur og 398 menn í skipanini.
12. mars vóru 1.164 fólk í skipanini, og 4. apríl, tá talið var hægst, vóru 4.320 fólk, sum fingu lønarískoyti úr skipanini.
Skipanin kom í gildi 12. mars og er galdandi til 31. august.
Meginparturin av lønarískoytismóttakarunum – 318 – búgva í Suðurstreymoy, og lægsta talið er í Sandoynni, har 11 fólk fáa lønarískoyti.
Í vanligu arbeiðsloysisstuðulskipanini eru 424 fólk – 233 kvinnur og 191 menn.
Hægsta og lægsta talið á stuðulsmóttakarum er eisini í hesum førinum í ávikavíst Suðurstreymoy og í Sandoynni. Í Suðurstreymoy eru 157, sum fáa arbeiðsloysisstuðul, og í Sandoynni eru sjey.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald