2025-11-22 10:37
Kunngerðin um at lækka ALS-gjaldið er nú lýst. Hetta merkir, at frá 1. januar 2026 fer gjaldið at vera 0,6 %, í mun til 0,8%, sum tað er nú, boðar Umhvørvismálaráðið frá.
1. januar 2024 lækkaði gjaldið eisini við 0,2 prosentstigum. Samlað sæð er lækkingin sostatt 0,4 prosent yvir tvey ár.
Lækkingin í ALS gjaldinum er gjørd eftir tilmæli frá stýrinum fyri ALS.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald