Innanlands

ALS-gjaldið lækkar aftur

Landsstýriskvinnan í arbeiðsmarknaðarmálum, Margit Stórá, vil at gjaldið, sum í dag er 0,8 prosent, skal lækka niður í 0,6 prosent

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-10-17 16:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

1. januar 2024 lækkaði ALS-gjaldið við 0,2 prosentstigum, og um ársskiftið lækkar gjaldið aftur.

Landsstýriskvinnan í arbeiðsmarknaðarmálum, Margit Stórá, ynskir, at gjaldið, sum í dag er 0,8 prosent, skal lækka niður í 0,6 prosent.

Fyri familjur við inntøku á 800.000 krónur merkir lækkingin, at tær nú skulu rinda 3.200 krónur minni til ALS, enn tær gjørdu í 2023, skrivar Javnaðarflokkurin í tíðindaskrivi.

- Fyri kroystu barnafamiljurnar ger lækkingin góðan mun saman við ætlanunum hjá okkum um at hækka barnafrádráttin og at taka MVG’ið av fleiri gerandisvørum. Eisini hava lág- og miðallønt fingið eina trivaliga skattaminking í ár, sigur Margit Stórá.

Lækkingin í ALS-gjaldinum er gjørd í samráð við stýrið fyri ALS.

Uppskotið til broyting í kunngerð um ALs-gjaldið er sent til hoyringar. Ummælisfreistin er 14. november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder