Granskingarráðið: - Skúlafrávera er ein endurspegling av teimum avbjóðingum, sum børn hava í dag. Tað er ein handlingsmøguleiki, sum børn hava. Tey eru kanska útihýst av felagsskapinum í skúlanum, men hava ein felagsskap á netinum, har tey eru góðtikin og klára seg væl.
Soleiðis sigur Pætur Zachariasson, sálarfrøðingur, ið fer at granska skúlafráveru í einari ph.d. verkætlan.
Alsamt fleiri børn mistrívast í fólkaskúlanum og vilja ikki í skúla. 360 børn gingu seinasta skúlaár ikki í vanligum skúla, men fingu heima- ella sjúkraundirvísing ella undirvísing í sertilboði. Hetta talið er nógv hækkað seinastu árini.
Tað kann hava álvarsligar avleiðingar fyri børn, um tey ikki ganga í skúla, men tað kann eisini vera ein vinningur.
– Skúlafrávera kann ganga útyvir tað sosiala og tað fakliga og kanska eisini sálarligu heilsuna. Eitt barn, sum ikki gongur í skúla, er í nógv størri vanda fyri at enda í misbrúki ella kriminaliteti.
– Men barnið handlar meiningsfult út frá teimum umstøðum, tað er í, og um tað ikki trívist í skúlanum, so er tað meiningsfult hjá tí at vera fráverandi. Í summum førum kann tað vera gott fyri barnið ikki at fara í skúla, tí mistrivnaðurin í skúlanum hevur eisini álvarsligar avleiðingar. Vit síggja eisini, at nøkur børn blóma, tá tey taka seg úr skúlanum.
Serskipanir verða í alsamt størri mun nýttar at hjálpa børnum, ið hava trupulleikar í fólkaskúlanum.
– Í nógvum førum er tað ein góð hjálp, tí tá verður undirvísingin skræddaraseymað til barnið. Men vit mugu eisini hugsa um, hvat tað er fyri ein skúla, ið vit vilja hava. Sertilboð kompensera fyri onkrum, ið kann vera trupult hjá barninum, men tey eru eisini tekin um vantandi fleksibilitet í tí vanligu skúlastovuni.
– Krøvini til næmingarnar í vanliga skúlanum vaksa, og tað verða fleiri næmingar, ið pláss ikki er fyri í skúlunum, sum so í staðin mugu í sertilboð. Eg haldi ikki, tað er rætta leiðin at fara. Vit mugu hava ein fólkaskúla, sum rúmar teimum børnum, ið eru borgarar í okkara landi, og ikki smalka normalhugtakið so nógv, at tað bert er pláss fyri teimum, ið klára seg ordiliga væl í tí vanliga skúlanum, sigur Pætur Zachariasson.
Les grein um gransking í skúlafráveru her.
Vísindavøkublaðið 2024 sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald