Teir kappaðust um fosetaembætið í 2020, og hóast teir eru ávíkavist 81 og 77-ára gamlir nú, og stór spurnartekin hava verið sett við báðar, so bendir alt á, at amerikanarar aftur skulu velja ímillum Joe Biden og Donald Trump í november. Tað stendur uppaftur greiðari eftir "Super Tuesday", har bæði rebublikarnir og demokratirnir høvdu undanval í 15 statum.
Fyri at gerast forsetavalvni so skulu valevnini "vinna nógv valfólk". Hjá republikararunum er talan um 1.215 og hjá republikarunum beint undir 2.000. Hvør statur telur so og so nógv valfólk - er ymiskt tal hjá hvørjum flokki.
Nøkur undanval hava verið síðani í januar, men í gjár var stóri dagurin, og har var eingin slingur í valsinum hjá Trump og Biden. Nikki Haley hevur vunnið tveir statir hjá republikanarunum, men nú mangla bert 400 valfólk í hjá Donald Trump; so er hann aftur forsetavalevni. Eingin sær heldur út til at bjóða sitandi forseta av.
Dagført yvirlit sæst HER
Teir báðir taptu bert hvør sín lítla stat í gjár - hjá Biden var tað bara í Sámoa, sum í roynd og veru ikki er ein statur.
Yvirlit yvir úrslitini í gjár og frágreiðing sæst her.
Fleiri mótvalevni fara helst at takka fyri seg komandi tíðina, og tað tykist bert sum ein spurningur um tíð, til tað verður alment, at valið í november aftur fer at standa ímillum Donald Trump og Joe Biden; teir sum hava sitið í Hvítu Húsunum í yvir sjey ár samanlagt nú.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald