Alt inntøkugrundarlagið mist: Skipar fyri ókeypis Qigong-venjing á Facebook

Alt inntøkugrundarlagið hjá Kirstin Ellingsgaard við fyritøkuni Sansa, er mist nú koronasmittan ger um seg. Hon hevur nú roynt seg við at hava Qigong-venjing beinleiðis á netinum

Kirstin Ellingsgaard

Kirstin Ellingsgaard

2020-03-24 22:37 Author image
Oda W. Andreasen
placeholder

- Eg sleppi faktisk ikki til arbeiðis, tí tað krevur at eg eri fysiskt til staðar og tað kann eg ikki í løtuni.

Tað sigur Kirstin Ellingsgaard, sum er útbúgvin ergoterapeutur, og sum byrjaði sum sjálvstøðug vinnurekandi í 2018 við virkinum Sansa.

Talan er um einstaklingafyritøku, sum bjóðar sansamotoriskar og uppbyggjandi venjingar til børn, bólkar og einstaklingar. Hon var millum annað við til at byrja fyribyrgjandi og heilsufremjandi venjingarnar í Tórshavnar kommunu.

Støðan við koronasmittuni merkir, at Kirstin hevur mist alt inntøkugrundarlagið, og má vera kreativ. Hon hevur roynt seg við at senda beinleiðis Qigong-venjing á Facebook.

Qigong eru róligar og uppbyggjandi rørslur og hava andadrátt við og er sprottið úr TKM (Traditionellum Kinesiskari Medisini) og virkar uppbyggjandi og fyribyrgandi fyri likam og sál.

- Hatta var alvorliga uttanfyri mína komforsonu, men stuttligt at royna og tað gekk fínt. Eg royndi meg fyrst, við at hava live Qigong fyri íverksetunum í Hugskotinum i einum lukkaðum bólki í síðstu viku. Tað gekk heilt væl, so eg hættaði mær at royna tað fyrstu ferð á Facebook gjáramorgunin.

- Umleið 70 fólk gjørdu venjingarnar saman við mær, so tað var ordiliga stuttligt. Eg hugsaði,at eg geri Qigong hóast alt dagliga, so hví ikki lova øðrum at vera við og soleiðis varpa ljós á Qigong og mina fyritøku, sigur Kirstin Ellingsgaard.

Hetta hevur givið henni blóð uppá tonnina, og hon sigur, at hon heilt sikkurt fer at hava beinleiðis venjing.

- Eg hugsi at gera tað annanhvønn dag, sigur Kirstin Ellingsgaard.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder