Innanlands

Altjóða Alzheimerdagur hildin í Suðuroy

Landsstýriskvinnan í heilsumálum Súsanna Bertholdsen setir tiltakið, sum verður á Seglloftinum á Tvøroyri 21. september

Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen setir tiltakið hjá Alzheimerfelagnum (Savnsmynd)

Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen setir tiltakið hjá Alzheimerfelagnum (Savnsmynd)

2025-09-07 16:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Altjóða Alzheimerdagur er 21. september, og í ár verður dagurin hildin á Seglloftinum á Tvøroyri.

Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen setir tiltakið.

Á skránni verður m.a. lagt fram úrslit frá nýggjari føroyskari spurnakanning um støðuna hjá avvarðandi í familjum, har demensur rakar. Somuleiðis verður greitt frá verkætlanini um einar demensvinarligar Føroyar. Eisini verður tónleikur afturvið kaffi og onkrum leskiligum.

Høvi verður til spurningar og dialog.

Neyv skrá fyriliggur seinni.

Tiltakið er ókeypis, og er frá kl. 14.00 – 16.15 sunnudagin 21. september.

Tað er nevndin í Alzheimerfelagnum, ið skipar fyri degnum á hvørjum ári.

Alzheimerfelagið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder