Tey, sum hava fylgt við í pensjónini hjá sær í 2018, hava sæð, at pensjónin er minkað í 2018, ímun til árið fyri. Rentan hjá føroysku pensjónsgrunnunum var nevnliga negativ - hetta tí íløgurnar savnað ikki hava givið avkast. Men Jan Otto Holm, fíggjarráðgevi í JOSH Fíggjarráð, sigur at ongin grund er til at óttast.
- Tey allar flestu hava í minsta lagi 30 ára uppsparingartíðarskeið. Um tú ongantíð vilt hava nakað hall, so fært tú heldur ongantíð ordiligt yvirskot, staðfestir hann. Hann sigur at hóast 2018 var eitt ringt ár, hava tey flestu longu vunnið tað mesta og meira inn bara í 2019.
- Bara í januar og februar í ár hevur keypsskálin savnað havt ein vøkstur á útvið 20 prosent, sigur Jan Otto Holm. Hann greiðir eisini frá, at grundirnar til hallið í 2018 eru stórpolitiskar og at tað snýr seg um hall á altjóða keypsskálanum, sum kemur aftaná fleiri ár við ógvuliga góðari úrtøku.
- Avkastið av partabrøvunum hevur verið sera gott síðani fíggjarkreppuna í 2008. Tá tað so seint í fjør komu ymiskar forskriftir um, at ein lítil niðurgongd kom nú, fóru íleggjarir at seta pening í lánsbrøv heldur enn partabrøv. Tí kemur ein lítil niðurgongd nú, greiðir Jan Otto Holm og vísir á aðrar grundir.
- Eitt nú handilskríggið ímillum USA og Kina, Brexit og tílík viðurskifti ávirka øll partabrævamarknaðin, sigur hann.
Betri í Føroyum enn í Danmark
Í desembur mánaða í 2018 gjørdi tryggingareftirlitið eina kanning av íløgunum hjá føroysku tryggingarfeløgum og pensjónsgrunnum. Kanningin vísti, at føroysku grunnarnir savnað høvdu eitt minni avkast enn teir donsku grunnarnir í árunum 2011 til 2016. Grundin er, at føroysku grunnarnir vanliga seta meiri pengarnar í lánsbrøv, meðan teir donsku hava verið meira váðafúsir og gjørt fleiri íløgur í partabrøv, enn teir føroysku. Men Jan Otto Holm vísir eisini á, at kanningin bara er gjørd í tíðum, tá partabrævamarknaðurin hevur gingið væl.
- Kanningin kann illa brúkast til samanberingar, tí Danmark og Føroyar eru ólík á hesum økinum. Og kanningin fevnir eisini bara um góð ár á partabrævamarknaðinum, sigur hann. Hann vísur á, at tapið í Danmark til dømis er nógv størri nú, tá partabrævamarknaðurin hevur havt eitt ringt ár.
- Hevði kanningin tikið ring ár við eisini, so høvdu teir føroysku grunnarnir klára seg betri ímun til teir donsku tey árini, greiðir Jan Otto Holm frá. Hann sigur at donsku pensjónsgrunnarnir hava havt eina negativa rentu á ímillum áleið 4-8 prosent, meðan teir føroysku allir hava ligið um 2 prosent. Hann sigur eisini, at føroyingar vanliga eru minni vitandi um keypsskálan, og at íløgurnar í Føroyum tí hóskandi skulu vera minni váðafúsar.
Jan Otto Holm sigur at enda, at allir pensjónsgrunnarnir í Føroyum hava havt umleið tað sama úrslitið.
- Eg havi ikki sæð nøkur almenn tøl enn, men tað sær út til at úrslitið er umleið tað sama, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald