Innanlands

Kærleikskúlan 2025 avdúkað hósdagin

Ársins Kærleikskúla verður avdúkað á Listasavni Føroya hósdagin 27. november klokkan 10

Kærleikskúlan frá 2024, sum Torbjørn Olsen hevur sniðgivið (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Kærleikskúlan frá 2024, sum Torbjørn Olsen hevur sniðgivið (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-11-24 12:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin 27. november verður ársins Kærleikskúla hjá Dugna avdúkað á Listasavni Føroya. Tá verður eisini avdúkað, hvat listafólk hevur sniðgivið Kærleikskúluna, boðar Dugni frá í tíðindaskrivi.

Á tiltakinum verður somuleiðis avdúkað, hvør fær fyrstu Kærleikskúluna 2025. Fyrsta Kærleikskúlan verður latin onkrum, ið hevur gjørt okkurt serstakt fyri onnur á eitt nú arbeiðsmarknaðinum.

Tað eru seytjan ár síðani fyrsta føroyska Kærleikskúlan kom út. Kærleikskúlan 2025 verður bert seld í avmarkað tíðarskeið – frá 27. november til og við 23. desember – í gávubúðum kring landið. Til ber at ogna sær Kærleikskúluna 2025 í Listasavni Føroya hósdagin. Allur vinningurin fer til at styrkja um arbeiðsførleikar hjá málbólkinum hjá Dugna.

Hátíðarhaldið hósdagin byrjar klokkan 10.

Elin Ludvig, stjóri á Dugna, bjóðar vælkomin og flytur fram røðu. Síðani verður Kærleikskúlan 2025 almannakunngjørd, og listafólkið fær orðið.

Fyrsta kærleikskúlan 2025 verður handað til eina virðiliga fyrimynd, Lyon Hansen spælir nøkur løg, og eisini verður ábit og drekkamuður at fáa.

Tiltakið verður eisini stroymt á Facebook-síðuni hjá Dugna.

[object Object]
Kærleikskúlur frá undanfarnu árunum (Mynd: Dugni)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder