2025-11-24 14:15
Atkvøðugreiðslan til eldraráðsvalið í Tórshavnar kommunu er byrjað, og hesa ferð ber til at atkvøða talgilt.
14 valevni stilla upp. Tey eru:
- Annemi L. Joensen
- Bergljót av Skarði
- Bjørn Elison
- Bozena Rasmussen
- Did Nicolajsen
- Ejler Johannesen
- Fríðálvur A. Jensen
- Ingrid S. Henriksen
- Jens Petur Jensen
- Jóhan Carl Dam
- Leivur Hansen
- Lissi Hansen
- Marin Rasmussen
- Marjun Poulsen
Tey, sum hava valrætt á eldraráðsvalinum eru borgarar, sum eru í minst alagi 60 ár og búsitandi í Tórshavnar kommunu.
Atkvøðugreiðslan er opin til mánadagin 15. desember klokkan 16. Úrslitið verður væntandi greitt umleið klokkan 21 sama kvøldið, skrivar Tórshavnar kommuna.
Í morgin, týsdagin 25. november klokkan 14 verður skipað fyri valfundi í Tilhaldinum í Tórsgøtu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald