Skúlablaðið: Á ólavsøku vóru 125 ár liðin, síðani Føroya Lærarafelag var stovnað. Føroya Lærarafelag fer við ymsum tiltøkum í heyst at gera vart við henda stóra dagin, og byrjað verður rundan um altjóða læraradagin, 5. oktober, við tveimum tiltøkum.
Tað fyrra tiltakið er kvøldseta í Skúlanum við Løkin við hópin av áhugaverdum innsløgum. Eitt nú fer Omondi Reagan Ayodo, lærari, at greiða frá, hvat eyðkennir skúlan í Kenja, haðani hann er ættaður.
Skála skúli og Runavíkar kommunuskúli hava vunnið Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags, og umboð at hava framløgu um veðurlagsverkætlanir sínar. Gunnhild Dahl Niclasen, sum er annar av rithøvundunum á bókini, Matur – okkara virðismikla tilfeingi, fer at hava framløgu um evnið. Harumframt verða fleiri tónleikainnsløg. Jónleif Johannesen leiðir tiltakið, sum er á skránni hóskvøldið 5. oktober.
5. oktober á hvørjum ári er altjóða læraradagur. Um allan heimin verða lærarar um allan heimin viðurkendir júst henda dagin fyri stóra og góða arbeiðið, teir gera, og tann stóra týdningin fyri hava fyri samfelagið.
Hildið verður, at fleiri enn 100 lond hátíðarhalda henda dagin. Stóri føðingardagurin hjá Føroya Lærarafelag á ólavsøku verður hildin við fleiri tiltøkum komandi ár.
Tað seinna tiltakið verður forkunnug konsert á Reinsarínum í Havn. Tey, sum fara at syngja og framføra hetta kvøldið, eru øll lærarar. Á skránni er eisini spurnarkapping og felagssangur. Tiltakið verður fríggjakvøldið 6. oktober frá klokkan 19.00 til 23.00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald