Innanlands

Altjóða ráðstevna um kynsligan ágang í Føroyum

Nýggj tøl frá stórari kanning, sum Kris gjørdi fyrr í ár, verða løgd fram á ráðstevnuni

2023-06-15 12:53 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

”Tað hvørvur ikki av sær sjálvum” er heitið á stórari ráðstevnu, sum felagsskapurin KRIS skipar fyri tann 4. oktober í ár.

Ráðstevnan, sum verður í Norðlandahúsinum, skal geva íkast til upplýsing og orðaskifti um kynsligan ágang og seinárin av kynsligum ágangi í Føroyum. Hetta gera vit best við; at tað verður upplýst, undirvíst og eisini kjakast um evnið – og ikki minst er endamálið við ráðstevnuni, at vit eisini gerast betri til at basa hesum trupulleika.

Tað, at vit skulu vera betri til at basa hesum trupulleika er av sera stórum týdningi. Tað er tó uppaftur meiri týdningarmikið, at vit sum samfelag gerast betri til at hjálpa teim fólkum, sum hava upplivað kynsligan ágang og teirra avvarðandi. Avleiðingarnar eru ógvuliga umfatandi og eru í nógvum førum við til at oyðileggja lívið hjá teimum, sum hava upplivað kynsligan ágang og familjum teirra.

Kynsligur ágangur er framvegis ein stór avbjóðing í okkara samfelag. Tað vísa tølini av fyrispurningum til KRIS seinastu nógvu árini og eisini kanningin, sum KRIS gjørdi fyrst í hesum árinum.

Tølini frá hesi kanning verða løgd fram á ráðstevnuni. Kynsligur ágangur er ein partur av okkara samfelag, men tíverri eru tað nokk fleiri, sum framvegis halda kynsligan ágang loyniligan.

Fyrilestrarhaldarar úr Danmark, Noreg og Føroyum vera við á ráðstevnuni. Eisini verður pallborðsfundur við politikkarum og fakfólkum, har kjakast verður um evnið. Skráin er fjølbroytt og vendir sær til øll, sum á onkran hátt arbeiða og fáast við menniskju – og tey sum hava áhuga fyri hesum evni, tað kann vera sálarfrøðingar, læknar, heilsufrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsuhjálparar, námsfrøðingar, lærarar, ymisk feløg t.d. ítrótta- og skótafeløg, samkomur, kirkjur – eins og foreldur og aðrar umsorganarpersónar.

Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder