Í dag, 10. oktober, er altjóða sálarheilsudagur.
Fyrstu ferð skipað varð fyri hesum degi var í 1992, og seinastu árini hevur hann eisini verið hátíðarhildin í Føroyum.
Í dag hátíðarheldur Sinnisbati altjóða sálarheilsudagin við stórum tiltaki í Reinsarínum og í Perluni í Havn.
Evnið fyri Altjóða Sálarheilsudagin í ár er “Sálarheilsa í einum ójøvnum heimi”, og ber innihaldið í tiltakinum tí eisini brá av hesum.
Skráin er fjørbroytt, og sæst hon her. M.a. verður skipað fyri ókeypis filmsýning í Perluni í kvøld klokkan 19. Tá verður svenski filmurin "Psykos i Stockholm" frá 2020 á skránni. Maria Bäck, rithøvundur og leikstjóri, innleiðir filmin umvegis Zoom.
Hóast sýningin er ókeypis, er tilmelding neyðug, vegna avmarkað pláss.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald