Innanlands

Altjóða ynskið er vápnahvíld í Miðeystri

  -Einki í hesum heimi rættvísger, at sivil, børn og gomul og onnur skulu missa tað dýrabarsta, tey eiga, nevniliga lívið. Tí er altjóða ynski um vápnahvíld í Miðeystri og øllum øðrum krígsherjaðum økjum einast vegurin, vit kunnu ganga í dag. Tað segði Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroya til samhugatiltak í Havn leygardagin í sambandi við stríðið í Miðeystri.

Frá samhugatiltakinum við teimum sivilu í Miðeystri í Havn leygardagin. Myndir Jan Müller

Frá samhugatiltakinum við teimum sivilu í Miðeystri í Havn leygardagin. Myndir Jan Müller

2023-11-12 20:28 Author image
Jan Müller
placeholder

Fitt av fólki høvdu leitað sær í  miðbýin í Havn leygardagin, tá Amnesty International Føroyar skipaði fyri samhugatiltaki við teimum sivilu, sum eru og verða rakt í stríðnum millum Ísrael og Hamas. Millum røðararnar var eisini formaðurin í Reyða Krossi, Jóannes Eidesgaard.

Hinir røðararnir vóru Steintóra Erhardsdóttir, prestur og Turið Maria Jóhansdóttir, aðalskrivari í Amnesty International Føroyum. Bartal Augustinussen tónleikari var eisini partur av tiltakinum.

[object Object]

Jóannes Eidesgaard segði m.a.:

-Nú styttist skjótt til jóla, og jólastákanin er so smátt byrjað. Úr jólaboðskapinum verða vit mint á ynskið um frið á jørð og í menniskjum góður tokki. Men neyvan hava vit verið longur burtur frá góðynskinum um frið á jørð enn til hesi jólini. Vit hava kríggj næstan í grannalagnum, og vit hava eitt náðileyst kríggj í Miðeystri umframt øll hini stríðini og ófriðirnar longur burtur í heimi.

So hóast vit upp í saman fara at hoyra ynskið um friðin á jørð, so mugu vit bert staðfesta, at langt er enn á mál, og neyvan koma vit nakrantíð hagar.

Alt tað vit vita, so hava álopskríggj, borgarakríggj, etnisk útreinsning, vápnaður kriminalitetur, vápnaðir uppreistrar og blóðugar kollveltingar verið. Eg skal ikki koma inn á, hvørjar mongu orsøkirnar hava verið til øll hesi mongu kríggini og drápini, men kóka vit tað heilt niður, so snýr tað seg í seinasta enda um, at nøkur halda seg eiga meira rættin til lív enn onnur, og til tess at tryggja sær henda rættin til lív, skulu onnur missa tað.

[object Object]

 Hóast vit, meðan øldir hava runnið, uttan iva eru vorðin so ómetaliga nógv klókari á mongum  økjum, so er tað als einki, sum bendir á, at vit hava lært tað mest einfalda og grundleggjandi av øllum, og tað er at liva sum menniskju.

Jóansøkudag fyri 164 árum síðani brustu tvær herdeildir saman uttan fyri norðuritalienska býin Solferino. Tað vóru herdeildirnar hjá franska og sardinska herinum undir leiðslu av Napoleon 3. og eysturríska herin undir leiðslu av Franz Joseph 1. Hóast eingir vinnarar, men bert taparar eru í einum kríggi, so verður sagt, at fransmenn og sardinarar vunnu slagið.

Í bardaganum vóru meira enn 200.000 mans, og hóast bardagin bert vardi í 9 tímar, og hóast vápnini tá ikki vóru tey, sum verða brúkt í dag, so doyðu hesar 9 tímarnar 5.500 menniskjur og gott 23.000 vóru særd.

Henda sama jóansøkudag var schweisiski ríkmaðurin og íverksetarin Henry Dunnant komin til býin, tí hann vildi hitta franska keisaran fyri at tosa um okkurt vinnuátak, hann fyrireikaði í einum fronskum hjálandi í Norðurafrika.

[object Object]

Men í staðin fyri at fundast við keisaran, so gjørdist hann eygnavitni til ræðuleikarnir á fløtunum rundan um henda annars hugnaliga italienska býin. Ræðuleikarnir vóru so øgiligir, at hann gloymdi burtur síni egnu ørindi. Í staðin tók hann stig til saman við øðrum, serliga kvinnunum úr býunum nærhendis, at hjálpa teimum túsundtals særdu, sum lógu á vígvøllinum. Tey gjørdu smá sjúkarhús í kirkjum og líknandi bygningum, har hond varð tikin um mong av teimum særdu. Stóra fyrimynd hjá Dunnant í hesum sjálvbodna arbeiði var Florence Nightengale, sum í Krimkrígnum fá ár frammanundan hevði gjørt líknandi arbeiði. Hon fekk tá umframt heitið “The Lady with the Lamp” eisini heitið “The White Angel”, meðan Dunnant fekk heitið “The Man in White.”

[object Object]

Eitt eyðkenni við hjálparátakinum hjá Dunnant var, at ikki vóru dagar tiknir millum úr hvørjum parti, tey særdu komu. “Tutti-Fratelli” var hansara herróp, sum úr italienskum merkir, at “teir eru allir okkara brøður”. Dunnant og hansara hjálparfólk høvdu bert fokus á neyðuna hjá tí einstaka og ikki hvønn herbúna, tey vóru ílatin.

Komin aftur til Schweiz, skrivaði Dunnant eina bók um bardagan við Solferino. Bókin vakti, sum vera man, stóran ans nógva staðni. Hetta førdi so seinni til, at henda eldsálin Dunnant kallaði inn til fundar í Geneve í 1864, har 14 lond hittust. Stig vórðu tá tikin til at gera reglur um, hvussu fram skuldi farast í vápnaður bardøgum, og soleiðis sá fyrsti Geneve-sáttmálin dagsins ljós. Síðan er hesin útbygdur einar tríggjar ferðir, so hann fevnir víðari, og hann er í dag góðtikin av øllum heimsins tjóðum. Geneve-sáttmálin saman við Haag-reglunum eru grundarlagið undir Humanitera Fólkarættinum, sum viðger m.a. krígbrotsverk, sum vit nú hoyra næstan dagliga um, og sum tíverri verða brotin bæði í Ukraina og í Miðeystri.

[object Object]

Dunnant, sum nú heilt hevði slept sínum verkætlanum sum vinnulívsmaður, stovnaði eisini humanitera hjálparfelagsskapin Reyða Kross. Hann halgaði restina av lívi sínum til hjálpararbeiðið og fekk í 1901 Nobel friðarheiðurslønina. Til tess at heiðra henda merkismann, fekk felagsskapurin eitt búmerki, sum er ein reyður krossur á einum hvítum dúki, meðan schweisiska flaggið er ein hvítur krossur á einum reyðum dúki. Hann doyði tó sum ein fátækur maður í pengum, men hevði við virki sínum skapt ein felagsskap, sum síðan hevur havt alstóran týdning, tá neyðin herjar.

[object Object]

Reyði Krossur her hjá okkum hevur eisini verið sera virkin, tá tað hevur snúð seg um at senda neyðhjálp út í heim til ymisku brennideplarnir. Her kann eg nevna, at vit síðan 2021 hava sent íalt 18 mió. kr. út í heim. Tíverri fáast vit í Reyða Krossi ikki bert við at hjálpa, tá náttúruvanlukkurnar raka, og tað hevði í sjálvum sær verið nóg mikið, men mangan eru menniskjaskaptu vanlukkurnar so nógva ferðir verri.

Vit hava eisini saman við Føroya Landsstýri sent neyðhjálp til Ísrael og Palestina. Felagsskapurin er virkin í báðum støðum t.v.s. bæði í Ísrael og inni í Gaza. Men støðan í dag er tíverri, at størsta avbjóðingin ikki er at hava nakað at lata teimum neyðstøddu, men at fáa hjálpina inn til tey mongu neyðstøddu. Eg kann eisini her nevna, at Reyði Krossur hevur mist fleiri sjálvboðin bæði í Ísrael og inni í Gaza, men hóast hetta verður støðugt arbeitt við at fáa hjálpina fram, og Reyði Krossur hevur eisini havt ein sera aktivan leiklut at fáa gíslar leysgivnar.

Tí skal eisini okkara áheitan ljóða, at stríðandi partarnir virða tey sivilu, soleiðis at tey neyðlíðandi fáa ta hjálp, sum tey hava brúk fyri.

[object Object]

Geneve-sáttmálin sigur púra greitt:

at sivil fólk ongantíð eru eitt mál og skulu altíð verjast.

at vit skulu fara virðilig um fangar, og at torturur og gíslatøka eigur ikki at koma fyri.

at fangar hava rætt til mat, drekka og at samskifta við síni kæru.

at heilsustarvsfólk altíð skulu kunna gera sítt arbeiði.

at sjúk og særd hava rætt til hjálp, uttan mun til hvønn part í stríðinum, tey hoyra til.

Eg umboði her í dag ein felagsskap, sum byggir á grundreglurnar um, at neyðlíðandi hava ein felags identitet, at tey hava brúk fyri hjálp. Tey skulu ikki bólkast eftir tjóðskapi, religión, húðaliti ella nøkrum øðrum. Øll neyðlíðandi eru í sama báti, og tað er okkara uppgáva at rætta út ta hjálpandi hondina. Einki í hesum heimi rættvísger, at sivil, børn og gomul og onnur skulu missa tað dýrabarsta, tey eiga, nevniliga lívið. Tí er altjóða ynski um vápnahvíld í Miðeystri og øllum øðrum krígsherjaðum økjum einast vegurin, vit kunnu ganga í dag.

Mangan hugsi eg um, at vit eru sera røsk at ynskja teimum deyðu, at tey skulu hvíla í frið. Hetta er ein vøkur og hjartanemandi  heilsan, men hví skulu vit bara hvíla í friði – hví skulu vit ikki eisini liva í friði? segði formaðurin í Reyða Krossi, Jóannes Eidesgaard.

[object Object]

Vanlukkuliga avleiðingar

Í kunningini um tiltakið leygardagin sendi Amnesty International Føroya hesa fráboðan út:

-Stríðið millum Ísrael og Hamas er harðnað sum ongantíð áður, og hevur havt vanlukkuligar avleiðingar fyri tað sivila fólkið í Ísrael og hersettu palestinsku økjunum.

Leygardagin kl. 15 savnast vit á Speakers Corner til eitt samhugatiltak. Vit vísa samhuga við teimum, ið hava latið lív og teimum, sum eru fangaði í vanlukkuliga stríðnum. Vit heita á, at sivila fólkið skal verjast.

Talið á dripnum í Gazageiranum veksur við ørandi ferð mitt í teimum náðileysu ísraelsku loftálopunum. Fleiri enn 10.000 fólk eru nú deyð í Gazageiranum – av hesum eru fleiri enn 4.000 børn – og yvir 25.000 eru løstað. Stongsilin av Gazageiranum hevur kvett fyri vøruflutninginum, og tí trýtur bæði vatn, matur, heilivágur og brennievni í Gazageiranum. Ísraelsku álopini eru aftursvar til tey ræðuligu álopini hjá Hamas og øðrum vápnaðum bólkum á Ísrael, har ið fleiri enn 1.400 vórðu dripin og fleiri enn 5.000 løstað. Í minsta lagi 200 ísraelskir gíslar, sum Hamas og aðrir vápnaðir bólkar halda aftur í Gazageiranum, eru framvegis í vanda, og tey áhaldandi rakettálopini inn í Ísrael koma vanligum fólki í vanda.

Vanlukkuliga støðan má fáa ein enda. Kring allan heim heita tí fólk, felagsskapir og stovnar á vápnahvíld, og tað ger Amnesty International eisini. Heimsins leiðarar mugu arbeiða fyri at fáa eina vápnahvíld millum stríðandi partarnar í lag alt fyri eitt, so fleiri ósek ikki verða dripin, neyðuga hjálpin sleppur inn í Gazageiran og so at umstøðurnar gerast betri at samráðast um at leyslata burturtiknu gíslarnar.

Amnesty International heitir á allar partar í stríðnum um at virða altjóða humanitera lóg, sum áleggur øllum pørtum í vápnaðum stríði at verja sivila fólkið.

Stríðið millum Ísrael og Hamas er harðnað sum ongantíð áður, og hevur havt vanlukkuligar avleiðingar fyri tað sivila fólkið í Ísrael og hersettu palestinsku økjunum.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder