Mentan

Alvdis Kjølbro í Smiðjuni í Lítluvík

Í morgin klokkan tvey letur nýggj framsýning upp í Smiðjuni

2018-11-01 10:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin 2. Nov. klokkan 14 letur Alvdis Kjølbro upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

Alvdis er fødd og uppvaksin í Kunoy, men seinastu 50 árini hevur hon búð í Danmark, har hon hevur havt fleiri framsýningar, men hetta er fyrstu ferð hon sýnir fram í Føroyum.

Málningarnir eru við olju og acryl á lørift, Henni dámar væl litir, og sæst hetta aftur á hennara málningum. Íblásturin fær hon úr føroysku og donsku náttúruni, har myndevnini eru landslagið, mentanin og árstíðinar.

Framsýningin er opin soleiðis:

2. november   kl.14 til 18 

3. novembur   kl. 10 til 18

4. november   kl. 14 til 18

5. november   kl. 10 til 18

6. november   kl. 10 til 18

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder