Mikudagin 6. oktober fer Ann-Mari Jensen, forkvinna í Alzheimerfelagnum, at innleiða nýggja danska heimildarfilmin hjá Louisu Detlefsen ”Det er ikke slut endnu”.
Almenna sýningin er í sambandi við, at Alzheimerfelagið fyllir 20 ár. Í hesum sambandi hevur Filmsfelagið fyrr í ár víst spælifilmarnar ”The Father” og “Supernova”, sum báðir lýsa demens.
Í nýggja danska heimildarfilminum, ”Det er ikke slut endnu”, eru vit á fyrimyndarliga røktarheiminum Dagmarsminde. Har fylgja vit sjúkrarøktarfrøðinginum og eldsálini, May Bjerre Eiby, sum ikki gongur so nógv upp í spesifikkar demensdiagnosur ella medisin, tí hvørgi tykjast bøta um lívsgóðskuna hjá teim ellivu búfólkunum. Í staðin hava May og hennara starvsfólk í størri mun lagt seg eftir einum viðgerðarhátti, sum byggir á 150 ára gomlu tankarnar hjá Florence Nightingale.
May rópar viðgerina umsorgan, har fevnandi nærvera, samrøða, stuttleiki, eygasamband og kenslan av felagsskapi eru fremstu partar í uppskriftini. Endamálið er at kveikja verandi heilsuskipan og skapa fatan fyri einum nýggjum máta at vera um menniskju, ið verða rakt av demensi, uppá - at skifta frá medisini til umsorgan.
Mikudagssýningarnar í Filmsfelagnum eru almennar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald