Uttanlands

Amazonas: Hernaðarflogfør stríðast við eldin

Mynduleikarnar í Brasil hava sett yvir 40.000 hermenn, umframt fløgførini, í gongd í heimsins størsta regnskógi

2019-08-26 07:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu vikuna hevur nógv trýst verið lagt á stjórnina og mynduleikarnar í Brasil orsakað av støðuni í Amazonas, har metnógvir skógarledar hava verið í ár. Forsetin Jair Bolsonaro hevur verið fyri nógvum atfinningum, og hetta var eitt evni á G7-toppfundinum í vikuskiftinum.

Les eisini: Macron: Hús okkara brennur

Amazonas-økið er heilar 6,7 milliónir ferkilometrar, so tað er trupult at halda skil á. Sambært WWF (Heimsnáttúrugrunnunum) búgva áleð 30 milliónir í økinum, ið eisini er heimið hjá minst 10 % prosentum av heimsins platu- og djórasløgum 

Fleiri túsund litrar av vatni vórðu sleptir yvir Amazonas í gjár; millum annað tvey Hercules-flogfør ið taka 12.000 litrar av vatnihvør. Hetta er langt frá nóg mikið, tí talan er um eitt so stórt økið, og talið av eldum er 85 % hægri enn somu tíð í fjør. 

Nú hevur Brasil tó víst, at landið vil gera okkurt við støðuna. Jair Bolsonaro er annars kendur fyri, at ikki leggja so nógv í at verja Amazonas, men mett verður, at tað er landbrúki, ið hevur lagt trýst á. Tað hava verið fleri mótmæli í Brasil seinastu tíðina viðvíkjandi skógareldunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder