2025-09-09 13:27

Hósdagin 11. september kemur ferðamannaskipið Ambiton hjá reiðarínum Ambassador Cruise Line inn á Runavíkar havn.
Hetta er triðju ferð í ár, at Ambition vitjar Runavíkar havn. Ambition vitjaði eisini Runavík 3. juni og 8. mai.
Skipið fer at liggja við bryggju frá klokkan 9 til 17, skrivar Runavíkar Havn.
Ambition er 216 metrar langt og umborð eru umleið 1200 ferðafólk. Manningin telur 670. Føroyska umboðsfelagið hjá skipinum er Tor Shipping, og MB Tours er túrsmiður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald