Innanlands

Amerikansk kavbátavitjan í dag

Kjarnorkurikni kavbáturin USS South Dakota á Nólsoyarfjørð at skifta manning

2025-08-27 15:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Aftur í dag fáa Føroyar vitjan av stórum kjarnorkuriknum amerikanskum kavbáti. Uttanríkis- og vinnumálaráðið boðar í dag frá, at USS South Dakota kemur í Nólsoyarfjørð í dag.

Talan er um stuttan steðg í sambandi við manningarskifti. USS South Dakota er kjarnorkurikin og hevur diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið skipar kjarnorkuyvirvøku og onnur tilbúgvingaratlit í sambandi við vitjanina. Tjaldrið fylgir kavbátinum, meðan hann siglir í føroyskum sjóumveldi, skrivar uvmr.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder