Amerikanska sendikvinnan í Danmark, Carla Sands, og fylgi hennara vitjaðu Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í morgun.
Pál Weihe og Maria Skaalum Petersen greiddu frá virkseminum á deildini og serliga frá góða samstarvinum við amerikanskar starsvfelagar á nógvum amerikonskum universitetum og serliga Harvard School of Public Health, har Pál hevur verið gestagranskari í nógv ár.
-Vit nýttu høvið at takka sendikvinnuni fyri, at deildin síðan 2003 hevur fingið stórar peningajáttanir frá almennum grunnum í USA. Serliga frá National Instutute of Health, men eisini frá Environmental Protection Agency og National Science Foundation, sum tilsamans hava stuðlað granskingini á deildini við meira enn hálvthundrað milliónum krónum, sigur Pál Weihe yvirlækni.
Nú í vár hevur National Institute of Health aftur játtað útvið 5 milliónir krónur til at kanna immunskipanina hjá nýføddum børnum í Føroyum. Verkætlanin er mett at vara fýra ár.
Sendikvinnan sá møguleikar í, at vit í Føroyum kunnu skapa virksemi á øðrum økjum enn okkara fiskivinnu, til dømis tøkniligt íverksetaravirksemi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald