Í fjør varð amerikansku diplomaturin, Sung Choi, útnevndur at standa á odda fyri diplomatiska arbeiðinum hjá USA í Grønlandi. Í gjár varð Sung Choi útnevndur konsul og amerikanska sendistovan í Nuuk gjørdist veruleiki.
Í gjár var eitt lítið hátíðarhald í sambandi við, at amerikanska flaggið varð vundið í húnar hátt uttan fyri skrivstovuna hjá Arktisk Kommando í grønlendska høvuðsstaðnum. Fyrstu tíðina hevur amerikanska umboðanin í Grønlandi nevniliga leigað seg inn hjá donsku verjuni.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo skrivaði soleiðis á Twitter í gjár:
- 10. juni letur okkara konsulat í Nuuk upp. Okkara umboðan í Nuuk skal styrkja felagsskapin við okkara arktisku felagar og tryggja framburð fyri okkara vinir í Danmark og Grønlandi.
Eisini amerikanska sendikvinnan til Danmarkar, Carla Sands, fegnaðist um upplatingina.
- Vegna amerikansku stjórnina fegnist eg um at byrja ein nýggjan kapittul í okkara viðurskiftum við Grønland og alt Kongaríkið Danmark við at lata upp sendistovu í Nuuk, skrivar hon á heimasíðuni hjá sendistovuni.
USA lat eina sendistovu upp í Nuuk í 1940, tá Danmark varð hersett av Týsklandi. Henda lat tó aftur í 1953.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald