2025-07-28 09:00

Í dag kemur amerikanski kavbáturin USS Newport News í Nólsoyarfjørð.
USS Newport News er kjarnorkurikin og hevur diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi, boðar Uttanríkis- og vinnumálaráðið frá í morgun.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið skipar kjarnorkuyvirvøku og onnur tilbúgvingaratlit í sambandi við vitjanina, og Brimil fylgir kavbátinum, meðan hann siglir í føroyskum sjóumveldi.
USS Newport News var eisini í Føroyum 4. juli í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald