Uttanlands

Amerikanski uttanríkisráðharrin: “Ómetaliga stór prógv” fyri at koronasmittan stavar frá royndarstovu í Wuhan

Mike Pompeo tekur nú undir við Donald Trump, eftir at hann fyrr hevur avvíst at vita hvaðani virussið stavar frá

Mike Pompeo sigur at tað eru

Mike Pompeo sigur at tað eru "ómetaliga stór prógv” fyri at koronasmittan stavar frá royndarstovu í Wuhan (Mynd: EPA)

2020-05-03 20:55 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Eftir at Donald Trump í einum tíðindafundi hósdagin, helt uppá at hava sæð prógv, ið knýtir koronavirussið til eina royndarstovu í Wuhan, fer hansara uttanríkisráðharri nú eitt fet longur.

Mike Pompeo sigur sunnudagin, at tað eru ómetaliga stór prógv fyri, at útbrotið av smittuni hevur sín uppruna í umrøddu royndarstovuni í Wuhan.

- Eg kann boða tykkum frá, at tað er ein týðandi mongd av prógvum fyri, at hetta kemur frá eini royndarstovu í Wuhan. Hetta er ikki fyrstu ferð, at heimurin er útsettur fyri einum virussi sum úrslit av einum mistaki í einari kinesiskari royndarstovu, sigur amerikanski uttanríkisráðharrin við ABC News.

Mike Pompeo greiðir ikki ítøkiliga frá, hvørji hesi prógv eru, eins og hann ikki kemur nærri inn á hvørjar aðrar smittur kinesiskar royndarstovur, sambært honum, eru atvoldin til.

Uttanríkisráðharrin leggur afturat, at kinesiska stjórni hevur sýtt fyri at geva altjóða granskarum atgongd til royndarstovuna, fyri at kanna hvat ítøkiliga er hent.

Pompeo hevur broytt meining til málið, tí fríggjadagin segði hann seg ikki vita hvar smittan ítøkiliga kemur frá.

Stjórin í royndarstovuni í Wuhan Yuan Zhiming vísir aftur, at staðið er orsøk til útbrotið av korona smittuni.

- Tað er ómøguligt at smittan kemur frá okkum, segði hann við ein kinesiskan miðil. Tvørturímóti granskar royndarstovan í løtuni í ymiskum økjum viðvíkjandi smittuni upplýsir hann og leggur afturat, at eingin av hansara starvsfólkum er smitta við korona.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder