Uttanlands

Amerikanskur trygdarráðgevi mælir Iran frá at hevna seg

At hevna seg inná USA fyri drápið á Qassem Soleimani hevði ikki verið ein góð avgerð, sigur Robert O'Brien

Fólk mótmæla amerikanska drápið á Soleimani (Mynd: EPA)

Fólk mótmæla amerikanska drápið á Soleimani (Mynd: EPA)

2020-01-04 11:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Robert O'Brien, trygdarráðgevi hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, ávarar Iran móti at hevna seg inná USA fyri álopið á iranska generalin, Qassem Soleimani í gjár.

Tað hevði ikki verið ein góð avgerð, sigur Robert O'Brien um eina møguliga hevndaratsókn.

Sambært Ritzau sigur hann tó einki um, hví hann ikki metir tað vera eina góða avgerð.

Les eisini: Iranski leiðarin: Vit fara at hevna okkum

Qassem Soleimani varð dripin í einum amerikonskum dronuálopi nærindis flogvøllin í Bagdad tíðliga fríggjadagin.

Bilurin, sum generalurin var í, varð raktur av einari rakett, tá hann var á veg burtur frá altjóða flogvøllinum í irakiska høvuðsstaðnum

Sambært Robert O'Brien, ferðaðist Qassem Soleimani runt í Miðeystri fyri at planleggja álop móti amerikonskum hernaðarfólkum og sendifólkum í økinum.

Í amerikonsku Kongressini eru deildar meiningar um álopið á Soleimani.

Republikanar siga seg stuðla Trump í málinum, meðan demokratar eru ónøgdir við, at forsetin ikki hevði kunnað teimum í Kongressini um ætlanina frammanundan.

Sambært O'Brien fær Kongressin nærri kunning um álopið, tá Kongressin kemur saman aftur í komandi viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder