
Í 1965 varð Amnesty International Føroyar stovnað, sum merkir, at felagsskapurin í ár hevur verið virkin í 60 ár. Hetta fer Amnesty at hátíðarhalda um vikuskiftið við eini røð av tiltøkum – sofaprátum, verkstovum, framløgu, bókapráti, filmssýning og føðingardagshaldi við røðum, tónleiki og sofapráti.
Tað var Roland Thomsen, sáli, sum tók stig til at seta eina føroyska deild av felagsskapinum á stovn. Hetta var einans fýra ár eftir, at Amnesty International varð sett á stovn. Føroyska deildin er tí ein av elstu deildunum hjá felagsskapinum.
Fyrst var ein fyribilsnevnd sett, og á altjóða mannarættindadegnum, sum er 10. desembur, var stovnandi aðalfundurin hildin, og í nevndina vórðu vald Palle Burla, Marius Johannesen, Fraser Eysturoy, Maud Heinesen og Roland Thomsen, sum gjørdist fyrsti formaður felagsins. Maud Heinesen tók yvir sum forkvinna seinni á nevndarárinum, men Roland sat í nevndini í fleiri ár.
Gjøgnum hesi 60 árini er felagsskapurin broyttur nógv; frá at hava arbeitt við viðurskiftum uttan fyri landoddarnar til at eisini arbeiða í egnum landi. Og frá at bara arbeiða við samvitskufangum og píning til at arbeiða við øllum mannarættindunum, sum eru staðfest í Yvirlýsingini um mannarættindi hjá Sameindu Tjóða.
Tað ber til at lesa meira um tiltøkini á heimasíðuni www.amnesty.fo, og á Facebook-vanganum hjá Amnesty.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald