Uttanlands

Andrew fyrrv. prinsur handtikin

Bróður Charles kong av Bretlandi verður nú kannaður fyri embætismisnýtslu – løgreglan kannar um hann hevur latið trúnaðarskjøl víðari til kynsbrotsmannin Jeffrey Epstein

Andrew Mountbatten-Windsor (Mynd: EPA)

Andrew Mountbatten-Windsor (Mynd: EPA)

2026-02-19 10:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Andrew, fyrrverandi prinsur, sum ikki longur hevur heitið prinsur, men kallast Andrew Mountbatten-Windsor, beiggi Charles kong, er í dag handtikin av bretsku løgregluni í einum máli um embætismisnýtslu.

Tað skrivar BBC í dag.

- Eftir eina gjølliga meting hava vit nú sett eina kanning í verk av uppáhaldinum embætismisnýtslu, sigur varapolitiovastin, Oliver Wright við miðilin.

Løgreglan í Thames Valley skal hava upplýst, at maðurin er handtikin, og situr nú í varðhaldi hjá løgregluni.

Samstundis verður upplýst, at rannsøknir nú verða gjørdir á bústøðum í Berkshire og Nordfolk.

Handtøkan kemur eftir at løgreglan í Thames Valley í varnu viku upplýsti, at tey eru í gongd við at kanna ákærur um, at fyrrverandi prinsurin skal hava latið trúnaðarskjøl víðari til tann nú deyða kynsbrotsmannin, Jeffrey Epstein, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder