
Eftir summarferiuna byrjar Andrias Garðsá sum volontør hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Her verður hann knýttur at ungdómsarbeiðnum og fer tí at arbeiða nógv saman við ungdómsráðgevanum, Kartin Høgnesen.
Hetta skrivar Trúboðin á heimasíðu sínari.
- Umframt at hjálpa til við ungdómsarbeiðnum, skal Andrias eisini arbeiða við miðlunum hjá Heimamissiónini og hjálpa til teimum ymsu tiltøkumum, ið eru á skránni. Hetta er ein liður í strategiini hjá Heimamissiónini at styrkja bæði ungdómsarbeiðið og miðlaarbeiðið.
Ikki seldur beinavegin
Fryntligi ungi havnamaðurin er júst liðugur við miðnámsskúla, og tí var stóri spurningurin hjá honum, hvat hann skuldi gera eftir summarfrítíðina.
⁃ Eg brúkti nógva tíð til at hugsa um hvat eg skuldi gera, og eg vildi gjarna royna nakað nýtt og øðrvísi, men at verða í Heimamissiónini var ikki í mínum tonkum, greiðir Andrias Trúboðanum frá.
Tað var ein fyrispurningur frá aðalskrivaraum, Jákup Brúsá, sum setti tankarnar í gongd.
⁃ Jákup spurdi um eg var áhugaður, og helt eg eisini at tað ljóðaði spennandi. Men eg var ikki heilt seldur uppá hugskotið. Eg hugsaði meg um, og meir eg hugsaði um tað – meira spennandi gjørdist tað. Og tí kom eg til niðurstøðuna, at tað er her eg skal vera.
Ein spennandi møguleiki við nógvum royndum
Ein volontørur fær ikki fulla løn men eina minni mánaðarliga samsýning, hóast hann er fulla tíð til arbeiðis verður greitt frá.
Andrias Garðsá skal tó royna nógv ymiskt og fáa royndir; millum annað á einum kontóri
Nýggi Trúboðin hevur verið partur av ungdómsarbeiðnum í Meinigheitshúsinum í Havn í fleiri ár, og tí veit hann væl hvussu týdningarmiklar tær sjálvbodnu hendurnar eru.
⁃ Hetta er ein góður møguleiki hjá øllum at geva. Í hesum føri ikki í pengum, men í tíð, sum eisini er týdningarmikið. Eitt slíkt arbeiðið er ikki bara gott fyri Heimamissiónina, men eisini fyri ein sjálvan. At seta seg niður og veruliga finna útav, hvat skal til fyri at røkka fleiri fólkum. Tað trúgvi eg øll kunnu – bæði ung og eldri, sigur Andrias at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald