Innanlands

Andrias Hansen er nú settur sum leiðari

Hann tekur við sum leiðari fyri sjálvognarstovnin Sólteigur og Eysturstræti eftir Rasmus Patursson. Andrias hevur drúgvar royndir innan psykiatriska økið

Andrias er útbúgvin ergoterapeutur og hevur leiðsluroyndir í ergoterapiini á Psykiatriska Deplinum. Hann er 50 ára gamal og byrjar í starvinum 1. oktober

Andrias er útbúgvin ergoterapeutur og hevur leiðsluroyndir í ergoterapiini á Psykiatriska Deplinum. Hann er 50 ára gamal og byrjar í starvinum 1. oktober

2023-09-14 22:24 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Andrias Hansen er settur sum nýggjur leiðari á sjálvognarstovninum Sólteigur og Eysturstræti.

Hann tekur við eftir Rasmus Patursson, sum nú leggur frá sær vegna aldur, hava verið leiðari á sjálvsognarstovninum síðan 1. apríl 1985.

Andrias hevur drúgvar royndir innan psykiatriska økið. Í heili 20 ár hevur hann starvast á økinum. Hann hevur starvast bæði á stongdari og á opnari deild, í sosialpsykiatriini og nú seinastu árini í Fountainhúsinum.

Eisini hevur Andrias hevur starvast á ymsum stovnum í Danmark, áðrenn hann kom heim aftur til Føroya í 2009 og fór á Psykiatriska Depilin at arbeiða.

Andrias er útbúgvin ergoterapeutur og hevur leiðsluroyndir í ergoterapiini á Psykiatriska Deplinum.

Hann er 50 ára gamal og byrjar í starvinum 1. oktober.

Sálvognarstovninum Sólteigur og Eysturstræti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder