2023-08-28 15:00
Fyrr í summar samtykti býráðið í Nes kommunu at seta Anfinn í Toft, byggifrøðing, sum nýggjan tekniskan leiðara í kommununi, og í morgun var fyrsti arbeiðsdagur hjá Anfinni.
Á lítlari samkomu í morgun bjóðaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, Anfinni hjartaliga vælkomnum, skrivar Nes kommuna.
– Aksel Højgaard, sum í mong ár hevur verið tekniskur leiðari, fer nú at røkja aðrar uppgávur á Teknisku deild, eitt nú við skráseting av vatn – og kloakkleiðingum. Borgastjórin takkaði Aksel fyri gott samstarv og ynskti honum bestu eydnu við nýggju avbjóðingunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald