Innanlands

Anfinn í Toft verður nýggjur tekniskur leiðari

Nes kommuna hevur í vikuni sett klaksvíkingin í starvið, sum hann byrjar í 1. september

Anfinn í Toft er útbúgvin húsasmiður, byggitøkningur og byggifrøðingur. 35-ára gamli klaksvíkingurin hevur eisini arbeiðsroyndir m.a. frá Fuglark og frá SNA (Mynd: nes.fo)

Anfinn í Toft er útbúgvin húsasmiður, byggitøkningur og byggifrøðingur. 35-ára gamli klaksvíkingurin hevur eisini arbeiðsroyndir m.a. frá Fuglark og frá SNA (Mynd: nes.fo)

2023-07-21 11:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nes kommuna hevur í eina tíð søkt eftir tekniskum leiðara, og í gjárkvøldið kundi kommunan á heimasíðu sínari kunngerða, at persónurin er funnin.

- Á eyka býráðsfundi, tann 18.07.2023, varð samtykt at seta Anfinn í Toft í starv sum tekniskur leiðari hjá Nes kommunu.

Um Anfinn skrivar nes.fo, at hann er 35 ár og búsitandi í Klaksvík. Anfinn í Toft er útbúgvin húsasmiður, byggitøkningur og byggifrøðingur. Harafturat hevur hann dyggar arbeiðsroyndir m.a. frá Fuglark og frá SNA.

Klaksvíkingurin stillaði upp til seinasta Løgtingsval fyri Tjóðveldisflokkin. 

Anfinn í Toft tekur við starvinum hjá Nes kommunu 1. september.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder