2025-05-15 09:06

Mentanarnáttin á Tvøroyri, fríggjadagin 30. mai, hevur tryggjað sær alvorligan futt í á stóra tónleikapallinum.
Bólkurin Anfinn & Co, við lívliga og festliga klaksvíkinginum Anfinn Nielsen á odda, verður eitt av nøvnunum á Mentanarnáttini.
Við sær hevur Anfinn ein dugnaligan bólk av tónleikarum, ið m.a. telur manningina frá gamla Hjarnar, við Karl Martin Samuelsen.
Løgini eru góð, fangandi og væl kend millum føroyingar flest. Hvør kennur ikki ”Sirkus Tinganes”, ”Mítt hjarta pumpar fyri tær”, ”Gubbi og eg” og ”Í skúrið”? Við manningini úr Hjarnum, kann eisini hugsast at okkurt av teirra løgum verða at hoyra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald