Anja M. Olsen er sett sum nýggjur leiðari á Námsfrøðiligu Ráðgevingini í Klaksvík. Anja er útbúgvin námsfrøðingur og Cand. pæd frá DPU, og hevur starvast á ráðgevingini síðan 2014.
Námsfrøðiliga Ráðgevingin hjá Klaksvíkar kommunu er eitt fyribyrgjandi tiltak og eitt tilboð til foreldur og stovnar, sum eru fevndir av dagstovnalógini. Námsfrøðiliga Ráðgevingin fevnir um: Hvannasunds-, Kunoyar og Klaksvíkar kommunur.
Námsfrøðiliga Ráðgevingin tekur støði í grein 5 í dagstovnalógini, og stovnar kunnu fáa ráðgeving í mun til eitt einstakt barn, ein barnabólk ella fakliga innihaldið í arbeiðnum. Endamálið er at tryggja, at øll børn hava eitt gott og mennandi tilboð, skrivar heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu.
Námsfrøðiliga Ráðgevingin heldur til á Fornagørðum á Klaksvíksvegi 7.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald